Fríðunn

Serútgjørdur arbeiðsbátur við Manta NetCleaner 2.0

Fríðunn

Fríðunn er okkara nýggjasti arbeiðsbátur — bygdur til professionella nýtslu innan fiskaaling, entreprenørarbeiði, netvask, rør- og kaðallegging og kaving. Við sínum stóra, væl skipaða arbeiðsdekki og álítandi maskinútgerð er hann ein fjølbroytt og effektiv arbeiðspallur. Báturin er bygdur eftir norskum klassakrøvum og er eisini klassaður í Føroyum. Umborð er okkara framkomna netvaskiskipan við Manta NetCleaner 2.0.

Tøl og útgerð

Motorar
Kraftmiklir Volvo Penta motorar
Kranar
2 arbeiðskranar, 10,5 t og 17 t, við fjarstýring
Spæl
5 tons spæl og 1,5 tons kapstan
Klassing
Bygdur eftir norskum klassakrøvum, klassaður í Føroyum
Útgerð
Nótavaskari, kaðalleggjari, kraftiga spulipumpu.
MB Dávid

Royndur vinnu- og kavarabátur til krevjandi uppgávur

MB Dávid

MB Dávid kom í flotan í 2019 og er ein væl útgjørdur vinnu- og kavarabátur. Hann er serliga væl egnaður til kavarauppgávur, havbotnskanningar, kaðallegging, entreprenøruppgávur og mangt annað. Umborð eru koyggjur til fýra fólk, trygdarútgerð til átta, kabina, brúsa og wc — so manningin kann arbeiða effektivt, eisini á longri uppgávum.

Tøl og útgerð

Longd × breidd
18,5 m × 4,5 m
Lastkapasitet
60 tons
Motor
775 hk, 100 kW generatorur
Krani
Arbeiðskrani og bógskrúva
Innrætting
Koyggjur til 4, trygdarútgerð til 8, brúsa og wc

Netvask

Manta NetCleaner 2.0

Skipanin fevnir um

  • Manta NetCleaner 2.0
  • Hammelmann HDP172 hátrýstpumpa (285 l/min, 0–330 bar)
  • Volvo Penta D9 motorur
  • Hydrauliskt stýrd kaðaltromla við egnum dieselmotori
  • Effektivir chutlarar, bógskrúva og handfaringarskipanir

Hví velja okkara netvask?

  • Effektiv og skynsom reinsing av netum
  • Longri livitíð á netunum
  • Høg arbeiðsorka og skjót avgreiðsla
  • Álítandi og framkomin útgerð
  • Fleksibul loysn, lagað eftir tørvinum hjá kundanum
  • Møguleiki er fyri langtíðar avtalu
Manta NetCleaner 2.0

Útgerð

Útgerðin fevnir um alt frá kaving og boring til sveising, skering og eftirlit.

Undirsjóvarboritorn

Undirsjóvarboritorn

Nýtt undirsjóvarboritorn til botnfestir, sum halda upp til 240 tons.

Kavarabingja og 2 kavarabilar

Kavarabingja og 2 kavarabilar

Kavarabingja og tveir kavarabilar — øll við video, heittvatnsútgerð, Nitrox og sveisi-/skeriútgerð.

Kranabilur og akfør

Kranabilur og akfør

Kranabilur, tveir kavarabilar, tveir persónbilar og kavaravognur — vit koma alla leið til arbeiðsplássið.

Video-eftirlit

Video-eftirlit av skrokkum, keium, leiðingum og undirsjóvarkonstruktiónum — við dokumentatión til kundan.

Góðkend til undirsjóvarspreinging

Vit eru góðkend til undirsjóvarspreinging og hava drúgvar royndir við stýrdari spreinging.

Nitrox og heittvatnsútgerð

Nitrox og heitt vatn til kavararnar geva munandi longri botntíð og tryggari arbeiðsumstøður.

Skulu vit loysa uppgávuna?

Sig okkum hvar og nær. Vit finna røttu loysnina.