Søgan

Frá fiskaaling til frálandavinnu — og heim aftur

Í dag stendur havnabygging fyri umleið 80% av uppgávunum hjá felagnum, meðan skipatænastur standa fyri hinum 20%. Felagið hevur loyst uppgávur nógvastaðni í heiminum og hevur bátar, útgerð og roynd fólk til krevjandi uppgávur.

Høgni Kjeld
Høgni KjeldStovnari og eigari

Toymið

Eitt roynt toymi aftanfyri

Green Marine Divers er ikki ein einmansfyritøka. Aftanfyri hvørja uppgávu stendur eitt samantókt toymi av royndum kavarum, maskinfólki og útgerðarfólki. Tilsamans hava tey drúgvar royndir innan kaving, havnabygging, sveising og sjótænastur — og tey duga at samstarva, tá tað telur.

Í meira enn 15 ár hevur felagið loyst uppgávur — bæði heima í Føroyum og runt um heim — fyri kommunur, havnir, alivinnu og privatar kundar. Vit koma við røttu bátunum, útgerðini og fólki, sum duga sítt virki, og leggja dent á trygd, góðsku og at halda tíðarfreistir. Tí kunnu kundar líta á okkum, eisini tá uppgávan er stór ella torfør.

Søgan ár fyri ár

  1. 1989

    Byrjanin

    Høgni byrjar sína yrkisleið sum kavari í Føroyum við arbeiði innan fiskaaling.

  2. 1991

    Frálandakavaraprógv

    Útbúgving á frálandakavaraskúla í Skotlandi — har fascinatiónin fyri kavaravinnuni festi seg.

  3. 1992–95

    Grønland

    Luttekur sum kavari í fleiri havnabyggingarverkætlanum í Grønlandi.

  4. 1995–97

    Stórabeltsbrúgvin

    Kavari á einari av størstu byggiverkætlanum í Danmark — hjá Svitzer og seinni IMS.

  5. 1997

    Norðsjógvurin og frálandavinnan

    Frálandakaving hjá týsku Nordseetaucher — við uppgávum so langt burtur sum Sarawak í Malaysia. Síðani uppgávur í Danmark, Svøríki, Lettlandi, Skotlandi og nógvum øðrum londum.

  6. 2003

    Sea Star Contractors

    Stovnar saman við beiggja sínum Sea Star Contractors — eitt samanlagt havnar- og kavarafelag.

  7. 2009

    Green Marine verður stovnað

    Høgni stovnar Green Marine Sp/f við fokus á kavaraarbeiði í Føroyum — skipatænastur, reingerð av skipum og havnabygging. Eftirspurningurin vaks skjótt út um landoddarnar.

  8. 2019

    MB Dávid

    Íløga í vinnu- og kavarabátin MB Dávid — 18,5 metrar, 60 tons lastkapasitet og arbeiðskrani.

  9. 2026

    Fríðunn og Manta NetCleaner 2.0

    Nýggjur serútgjørdur arbeiðsbátur við framkomnari netvaskiskipan — professionelt netvask til alivinnuna.

Skulu vit loysa uppgávuna?

Sig okkum hvar og nær. Vit finna røttu loysnina.